OYL 2013

Bermuda, torsdag 11. juli

Efter en lang rejse med flyskift i Keflavík og stop på New Foundland, ankom vi endelig til Bermuda.
Vi blev modtaget af BSF repræsentanter, som guidede os igennem immigration og ud til de ventende busser, hvor Heðin Joensen overraskende tog imod os. Udenfor oplevede vi for første gang varmen og mon ikke flere fik tanken: Kan jeg mon præstere i denne varme?
Heðin havde styr på alt det praktiske med hotel og havde allerede fordelt værelserne, så vi var hurtige til at smide kufferterne og komme ud i solen.
/ME

Rosemont Guesthouse

Bermuda, fredag 12. juli

Alle var tidligt oppe. Tidsforskellen er i vores favør.
Lederteamet står for morgenmaden, som spises i haven udenfor lejlighederne. Super dejligt og at foretrække frem for luksushoteller.
Vi indretter os som en sigøjnerlejr med tørresnore imellem træerne og "merkið" hængt op på gavlen for at markere vores territorium over for badmintonlandsholdet fra Falklandsøerne, som bor samme sted.

Selv om vi ikke havde officiel trænningstid, gik vi i hallen for at se på forholdene.
4 grønne baner lagt ud i en hal til basketball. Det skal nok blive godt, men mere ventilation havde været dejligt.....

Spillerne havde ketcherne med og prøvede boldene af i en times tid.

Vi fik heldigvis også tid til en hurtig tur på stranden. Wauv, Virkeligheden overgår fantasien. 
/ME

Morgenmad i haven ved hotellet

Bermuda, lørdag 13. juli

Planen i dag indeholder officiel træning og "Precompetion meeting". I aften er der åbningceremoni på stadion.
/ME

indmarch og åbningsceremoni

Bermuda, sunnumorgun 14. juli

Eftir ein heldur rokaligan dag ígjár sita vit nú og njóta ein kopp av kaffi meðan froskarnir láta so lystiliga kring okkum. Leikarnir liggja undir dýnunum og savna kreftir til ein sera strævnan men spennandi fyrsta dag í liðkappingini. Vit høvdu seinastu venjingarnar í høllini ígjár á middegi, har allir leikarnir fingu høvi at royna vallirnar og kenna hvussu tað er at leika badminton í nógva hitanum á Bermuda. Allir leikarnir synast at vera sera væl fyri - ikki so løgið tá hugsa verur um longu og miðvísu fyrireikingarnar undan leikunum. Rannvá hevði okkurt órógv í skurðviðgjørda knænum, men vit vóna at tað ikki fer at forða henni í at leika við fullari styrki - hon og Niclas koma at hava lyklaleiklutir á liðnum um vit skulu røkka málinum - at standa í finaluni mánakvøldið kl. 19.30 lokala tíð.

Annars vóru vit á "pre-compitition meeting" ígjár har vit gjørdu vart við, at leikskráin var sera órættvís - teir høvdu lagt kappingina so at okkara møguligu mótstøðulið í semifinaluni eru liðug at leika longu kl. 18 íkvøld og kunnu hvíla til kl. 15.30 ímorgin, meðan vit skulu leika heilt til kl. 21 íkvøld og aftur ein harðan dyst ímorgin tíðliga áðrenn eina møguliga semifinalu kl. 15.30. Vit fingu ikki broytt stórvegis í leikskránni fyri hin bólkin, men okkara skrá er broytt soleiðis at okkara dystir nú eru:

Sunnudag (ídag):
Kl. 13 - 16: Føroyar - Falklandsoyggjarnar
Kl. 16 - 19: Føroyar - Isle of Wights
Kl. 19 - 21: Føroyar - Isle of Man

Mánadagin:
Kl. 10 - 12: Føroyar - Gotland

Come on Føroyar !

Bermuda, sunnukvøldið

Føroyar – Falklandsoyggjarnar

Í liðkappingini ímóti Falklandsoyggjunum leikti Rógvi Poulsen einmansleikin hjá monnum ímóti Doug Clark. Fyrsta settið byrjaði javnt, men sum frá leið dróg Róvgi frá og endaði við at vinna 21-15. Í øðrum setti dróg Rógvi beinan vegin frá og var á odda 7-2. Dug Clark kom aftur í aftur eitt bil, men 21-13. Sostatt vann Rógvi Poulsen 2-0 ímóti Doug Clark.

Guri Poulsen leikti einmansleikin hjá kvinnum ímóti Anastasia Markina. Í byrjanini av fyrsta setti leikaði javnt á, men Guri endaði við at vinna setti 21-8. Næsta setti var meira ójavnt. Hósat Anastasia Markina førdi við 2-0, so endaði Guri við at vinna settið 21- 5. Sostatt vann Guri Poulsen 2-0 ímóti Anastasia Markina.

Tað tyktist sum um, at drúgvu royndirnar hjá Guri komu henni til góða ímóti tí ungu Markina frá Falklandsoyggjunum.

Sostatt løgvu syskini Guri og Rógvi Poulsen út við at vinna teir báðir fyrstu dystirnar fyri Føroyar í liðkappingini ímóti Falklandsoyggjunum.

Tvímansleikin hjá monnum leiktu Niclas H. Eysturoy og Flóvin Mikkelsen ímóti Clark og D. March. Niclas og Flóvin lótu onga løtu iva vera um, hvørt liðið var betri. Teir vunnu fyrsta sett sannførandi 21-10 og í øðrum setti vinnu teir 21- 9. Sostatt vunnu Niclas H. Eysturoy og Flóvin Mikkelsen 2-0 ímóti Doug Clark og D. March.

Kristina og Sólfríð´s OYL debut match imod Falklands

Tvímansleikin hjá kvinnum leiktu Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir ímóti Williams og March. Kristina og Sólfríð løgdu út við at vinna fyrsta sett sannførandi 21-6. Næsta setti var líka sannførandi og vunnu Kristina og Sólfríð 21- 10. Sostatt vannu Kristina og Sólfríð 2-0 á Williams og March.

Guri Poulsen og Hilmar Kass leiktu blandaða tvímansleikin ímóti Minto og Brownlee. Fyrsta settið gjørdist sera javnt, men megnaði føroyska parið at vinna 25-23. Næsta settið var ikki líka javnt og vann føroyska parið 21- 9. Sostatt vannu Guri og Hilmar 2-0 á Minto og Brownlee.

Fyrsta dystin ímóti Falklandsoyggjunum vunnu Føroyar samanlagt 5-0.  /HC

Samme dag:
Føroyar - Isle of Wights  4 - 1
Føroyar - Isle of Man      1 - 3

Mánadagin:
Føroyar - Gotland   3 - 1

Bermuda, mánadagur

Hálvfinala, Føroyar – Guernsey

Tað eydnaðist ikki Føroyska liðinum at leika seg í finaluna í liðkappingini í badminton. Endaliga úrslitið gjørdist 4-1 til Guernsey.

Magnus Dal-Christiansen leikti einmansleikin ímóti Poul Letocq, sum helst er hin sterkasti leikarin í kappingini. Fyrsta settið vann Letocq 21-9 og í øðrum setti vann hann 21-9 á Magnusi. Sigast má, at 16 ára gamli Magnus stóð seg væl ímóti hesum góða leikara frá Guernsey, sum bleiv nummar trý seinastu oyggjaleikirnar.

Magnus Dal-Christiansen og Poul Le Tocq (efter andet møde)

Einmansleikin hjá kvinnum vann Rannvá Carlson 2-0 á E. Johnson við settúrslitunum 21- 16 og 21 – 12. Dysturin var til tiðir javnur, men Rannvá lat í øðrum setti ongan iva vera um, hvør var sterkast. Rannvá leikti ein sera góðan dyst ímóti Elena Johnson, sum er styrkimett ovast í kappingini.

Tvímansleikin hjá monnum vunnu Poul Letocq og Le Moigne 2-0 á Niclas H. Eysturoy og Flóvin Mikkelsen við setúrslitunum 21-17 og 21-17. Hetta var ein sera javnur dystur, sum teir meira samanspældu leikarnir frá Guernsey drogu longda stráið.

Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir taptu tvímansleikin hjá kvinnum 2-0 ímóti E. Johnson og Lloyd.

Føroyar eru sostatt aftanfyri 3-1 og hava tapt semifinaludystin. Av tí at vit frávaldu at leika blandaða tvímansleikin gjørdist endaliga úrslitið 4-1 til Guernsey.

Føroyar skulu tí leika um bronsuheiðursmerkini seinri í dag ímóti Bermuda.

Bermuda, tyskvøld

Í dag hava okkara leikarar leikt tvímansleik hjá kvinnum og einmansleik hjá monnum.

Systrarnar Brynhild og Rannvá Djurhuus Carlsson leiktu seg í hálvfinaluna, har tær møttu E. Johnson og S. Garbutt frá Guernsey. Hesin dystur var spennandi. Systrarnar vunnu triðja og avgerandi settið 21-16 og hava tí leikt seg í finaluna, sum verður leikt fríggjardagin.

Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir vóru eisini í eldinum í dag, men megnaðu ikki at leika seg víðari.

Niclas Eysturoy var akkurát ov stuttur til at røkka hálvfinaluni. Han leiktir ein trýsettara ímóti E. Navarro frá Menorca og endaði triðja settið við 21-19 til Navarro.

Flóvin Mikkelsen og Rógvi Poulsen leiktu eisini einmansleikir, men megnaðu ikki at koma víðari. Rógvi leikti ein góðan dyst ímóti Benjamin Li frá Isle of Man, men endaði við at tapa dystin tepurt.

Flóvin og Lee Marc Yon fra St. Helena (første runde i MS)

Bermuda, mikukvøld

Unga Kristina Eriksen leikti ein javnan dyst ímóti Aviaia Geisler frá Grønlandi. Drúgvaru royndirnar hjá grønladsku kvinnuni komu henni til góða og endaði hon við at vinna dystin 2-0 við settúrslitunum 27-25 og 21-19.

Guri Poulsen vann sín fyrsta dyst ímóti Ivalo Olsen frá Grønlandi 2-0 við settúrslitunum 21- 13 og 21-7. Av tí at Christen Callow hevði trekt se úr kappingini, kom Guri at leika kvartfinalu ímóti Gayle Lloyd frá Guernsey. Tað eydnaðist ikki Guri at koma víðar, tí henda dyst tapti hon 2-0 við setúrslitunum 21-14 og 21-13.

Brynhild Carlson vann sín fyrsta dyst ímóti Georgia Dye frá Isle of Wight 2-0. Næsta vann hon eisin 2-0 ímóti Alison Avellano frá Gibraltar. Men triðja dystin tapti hon 2-0 ímóti Caroline Gate frá Gotlandi.

Rannvá Carlsson leikti sín fyrsta dyst ímóti Sara Lindskov Jacobsen og vann 2-0 . Næsta dystin leikti hon ímóti Kim Glauge frá Isle of Man og vann somuleiðis 2-0. Triðji dysturin hjá Rannvu var hálvfinalan ímóti Elena Johnson frá Guernsey, sum er styrkimest ovast í kappingini. Fyrsta settið vann E. Johnson 21-19, eftir at Rannvá hevði verið langt afturúr í byrjanini. Seinra settið var sera javnt allan vegin, men endaði við, at Elena Johnson vann 21-19 og harvið dystin 2-0. Tí skal Rannvá nú leika um bronsumerki fríggjardagin.

Magnus Dal-Christiansen og Rógvi Poulsen leiktu sín fyrsta dyst ímóti M. Brownlee og D. March frá Falklandsoyggjunum. Henda dystin vunnu teir 2-0.

Í næsta dystinum møttu teir Benjamin Li og N. Harding frá Isle of Man. Fyrsta settið vunnu harrarnir frá Isle of Man greitt, men í øðrum setti gjørdist spenningurin størri. Koritni máttu Magnus og Rógvi lúta 2-0 ímóti Benjamin Li og N. Harding frá Isle of Man.

Flóvin Mikkelsen og Hilmar Kass leiktu sín fyrsta dyst ímóti C. Massey og R. Jones frá Isle og Wight. Fýrsta settið vunnu Flóvin og Hilmar 22-20 og næsta settið vunnu teir 21-17 og harvið dystin 2-0. Næsti dysturin var fjórðingsfinalan, har leikt varð ímóti Hardy og Penney frá Guernsey. Mennirnir frá Guernsey vunnu fyrsta settið og okkara menn vunna næsta settið 21-19. Triðja settið vunnu Hilmar og Flóvin eitt sera spennandi sett, ið endaði 21-19 og harvið dystin 2-1. Í hálvfinaluni leiktu Flóvin og Hilmar ímóti tveimum grønlandskum leikarum. Grønlendingarnir vunnu bæði settini og harvið dystin 2-0. Tí skulu Flóvin og Hlmar leika um bronsuna fríggjardagin. /HC

Onsdag aften var alle badmintonspillere inviteret til "Social Event" hos Bermudas badminton forbund. Der var mad og drikke udendørs på The Lemon Tree Café, samt musik og dans. Wobble Baby

Wobble dance at Lemon Tree Café

 Bermuda, torsdag 18.august 

I dag deltog vi med 4 par i mixdouble.
Magnus DC og Sólfríð skulle først i ilden imod et par fra Gibraltar. I første sæt fik de ikke spillet til at køre og tabte 21-11, men i anden sæt spillede de meget bedre, men tabte desværre 23-21. hermed blev det sidste kamp for vores unge mix par.  Rutinen hos det noget ældre par fra Gibraltar blev afgørende. 

Guri og Hilmar vandt let første kamp  imod et par fra Falklandsøerne, men fik deres endeligt i næste kamp imod far og datter Gate fra Gotland.

Flóvin og Brynhild var i deres første kamp oppe imod et par fra Bermuda. Efter en lidt usikker start og 21-19 i første sæt, fik de spillet rigtig godt i gang og vandt klart næste sæt 21-11. Næste kamp imod et grønlandsk par, så på papiret ud til at blive vanskelig, men vores par vandt suverænt.
I 1/4 finalen ventede Benjami Li og Kim Claque fra Isle of Man, som overbevisende sendte vores par ud af turneringen.

Vi havde store forventninger til Rannvá og Niclas, men efter at have set de andre spillere i holdturneringen, så deres lodtrækning lige pludslig ikke så attraktiv ud mere, selv om de var seedet 2.
Efter en let første kamp, skulle de op imod et stærkt par fra Isle of Man. Den unge og tårnhøje Cameron Avery kan nemt gå hen og blive en af OYL´s stjerner i årene fremover. Efter en hård 3-sætter vandt vores par kampen, men en kamp der tærede på kræfterne.
I 1/4 finalen åd de et grønlandsk par i 2 sæt og var nu i semi imod Benjami Li og Kim Claque som slog Flovin og Brynhild ud. Kampen blev hård og spændende, men viljen til sejr og tørsten efter guld var stor efter skuffelserne i single og vores spillere fightede sig til en fortjent finaleplads  med 21-17, 21-17. Yes !
Turen hjem til Rosemont Guesthouse var nu meget sjovere.

Denne aften fejrede vi vores resultater ved at spise ude på balkonen på en restaurant med udsigt til cykelløb på hovedgaden og med solnedgangen over bugten. 
Super aften :-)
/ME

Bermuda, fredag 19. juli

Finale- og medalje dag.
I dag skal vi afhente bronzemedaljerne til hele landsholdet, samt deltage i 2 finaler og 2 bronzekampe.

Frugt til sunde idrætsfolk !
Vilhjálmur lavede i dag scrambled egg til morgenmaden. Han havde overtaget denne opgave, så vores trænere kunne hvile lidt længere.
Torsdagen var også hård for Aritra og Magnus.  På et tidspunkt var vi involveret i 3 kampe på samme tid og trænerne måtte løbe fra bane til bane for at coache.

Første bronzemedalje kom let i hus, da Rannvá´s modstander i single, Carolina Gate fra Gotland, ikke stillede op pga. skade.

Næste færøske kamp var bronzekampen i herredouble, hvor Flóvin og Hilmar mødte Navarro brøderne fra Menorca. Vores drenge kæmpede forgæves imod de dygtige og godt sammenspillede brødre. Kampen blev tabt 21-13 og 21-19. Se video

Rannvá og Brynhild´s finale var næste kamp. Vores VIP supporters og pressen var nu ankommet til hallen, og stemmingen kom en tand i vejret.
De havde oplevet spændingen mandag aften og håbede på lige så spændende finaler i dag.
Cristen Callow og Kim Claque er et dygtig og godt sammenspillet par, men vores par havde også vist at de  kunne levere en toppræstation, da de slog det topseedede par i semifinalen, så chancen for sejr var bestemt til stede.
Kampen startede også godt og vi førte det meste af første sæt, men tabte alligevel 19-21. I andet sæt var det som om parret fra Isle of Man havde fundet nøglen til vores forsvar og vi måtte ses os slået af et par, som på dagen var bedre end vores. Øv en guld ville være lækker at få om halsen, men efter at have sundet os lidt, vidste vi alle godt, at en sølvmedalje i det fine selskab var en super præstation af søstrene Carlsson. Se video

Nu var sidste chance for guld at vinde mix-doublen. Niclas, som var meget slidt efter holdturneringen, var nu igen i fin stand. Det at han valgte herredoublen fra og kunne hvile om onsdagen, kom ham til gode nu. Rannvá var også slidt  efter mange kampe og var glad for at hun slap for at spille om bronzen. Nu var de så klar som de kunne blive.
Dette var dagens sidste kamp, så alle i hallen havde fokus på bane 1. Vi havde også fået grønlænderne som supporters, efter at vi havde støttet dem, da de vandt deres eneste medaler ved at vinde guld i herredoublen. Rammerne var sat til en super kamp.

Modstanderparret var det umage par Sarah Garbutt og Poul Le Tocq fra Gurnsey. Sarah ligner ikke en typisk badmintonspiller. Hun er mix specialist og utrolig effektiv ved nettet. Hun har vundet guld i denne diciplin 5 gange før.  Le Tocq er "bare" en super badmintonspiller. Han havde allerede spillet 2 finaler og var formentlig forhåbentlig ved at være brugt.

Første sæt var meget tæt. Vores spillere havde et lille overtag fra starten, men missede heldet til sidst og tabte 19-21.
Efter en pause med kloge ord fra Aritra og Magnus, kom vores spillere på banen og nærmest knuste Gurnsey 21-10. Da Poul Le Tocq så hvor det bar hen, smed han sættet for at spare kræfterne til 3. sæt.
3. sæt blev lige så tæt som det første. Vi førte knebent det meste af sættet og det så rigtig godt ud, da et smash fra Niclas gik i gulvet på sidelinjen til 20-17, men ak, liniedommeren blev overrulet af hovedommeren, så bolden blev dømt ude og så var stillingen i stedet 19-18, åh gys....og så 19-19...
Høgni forsøgte at køre livescore til vores supporters hjemme på Færøerne, men rystede så meget på hænderne at han næsten ikke kunne ramme tasterne.
 ... Le Tocq servede kort,  Rannvá så den ude og lod den gå, men den var inde og Poul skulle lige til at juble, da Rannvá afbrød og sagde at der blev servet før hun var klar. Den godtog dommeren og der var omserv.  Der skal erfaring og rutine for at turde gøre  dette på et så afgørende tidspunkt af kampen. Cool gjort af Rannvá!  De næste to point vandt vi og guldet var i hus !! Se video af 3. set

Aftenen endte med Closing Ceremoni og fest på stadion. Alletiders at møde de andre sportsfolk når de var afslappede. Vi havde været i tvivl om at nogle af dem ikke vidste hvordan smiler, men den fordom blev gjort til skamme og alle hyggede sig på tværs af nationalitet og sportsgren.

Bermuda, lørdag 20. juli

I dag skal vi hjem. Dem fra Falklandsøerne har fået én uge ekstra fra deres idrætsforbund. Bare det var os....

Vi fik en aftale med hotellet om at beholde 2 værelser til baggage, så alt blev hurtig proppet i kufferterne og så afsted til stranden for sidste gang.


Vi ville have så megen farve som overhovedet muligt, så der blev ikke brugt ret megen solcreme. "3 timer uden solcreme i middagssol i vandet tæt på ækvator kan vel ikke skade". Det så ud til at være den tanketorsk, der kollektivt havde ramt vores landshold og ledere. 

Efter en hyggelig sejltur hjem med ombord på luksushotelets færge (som Oda let lokkede os ombord på), var tiden kommet, hvor vi skulle skulle afsted. Planlagt afgang kl. 21:00 blev til 22:30, så vi fik tid at bruge de sidste Bermudadollars. 

Ombord på på flyet var stemmingen lidt som i reklamen fra "Your home away from home", folk fik sat sig til rette med en drink eller to og man slappede af efter 10 begivendehedsrige dage på Bermuda. 

/ME