Aðalskrivari til BSF 

Wednesday, February 26, 2020 2:20:32 PM

Badmintonsamband Føroya søkir eftir aðalskrivara at taka sær av dagliga virkseminum í sersambandinum.

Badmintonsamband Føroya varð stovnað í 1981, og virksemið í felagnum er síðani økt munandi. Fleiri og fleiri í Føroyum eru farin at spæla badminton, og eru nú seks badmintonfeløg í sersambandinum.  Tí verður sostatt søkt eftir aðalskrivara til parttíðarstarv. Arbeiðsstaðurin er í ÍSF-húsinum í Tórshavn, og nakað av ferðing kann væntast. Í ÍSF-húsinum starvast eisini onnur við tilknýti til virksemi í øðrum sersambondum og ÍSF.

Okkara komandi aðalskrivari skal

  • hava viðkomandi útbúgving og/ella arbeiðsroyndir
  • hava góðar samskipanareginleikar
  • vera álítandi og álitisvekjandi
  • hava lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk
  • duga væl at orðað seg á føroyskum og enskum á skrift og í talu
  • hava góðar telduførleikar til fyrisitingarlig endamál

Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv, har aðalskrivarin fær gott høvi at seta sín egna dám á starvið. Aðalskrivarin skal seta í verk tað, sum nevndin stingur út í kortið, og skal eisini syrgja fyri at dagliga arbeiðið í sersambandinum verður røkt á bestan hátt.

Til ber at frætta meira um starvið hjá Erik Engelbrecht Thomsen, formanni, á telefon 243603 ella teldupost bsf@bsf.fo.

Starvið verður lønt sambært avtalu.

Umsókn skal sendast til bsf@bsf.fo í seinasta lagi kl 18:00 tann 13. mars 2020.