FM 2018 fyri vaksin 5. - 7. apríl 

Tuesday, March 6, 2018 11:45:22 PM
FM í badminton 2018, Meistarabólkur
 
 
Í samstarv við HBF, verður FM hildin í Badmintonhøllin í Havn.
 
Einmannsleiki upp til og við semifinalar hóskvøldið 5. apríl frá kl. 17:00 Tvímannleik- og blandaðan tvímansleik friggjakvøldið 6. apríl frá kl: 18:00
 
Stóri finaludagurinn, KONTRAST FM, saman við judo og borðtennis verður leygardagin 7. apríl í Høllin á Halsi.
 
 
 
Tekningin fer fram hjá BSF á teldupost tilmelding@bsf.fo
 
Freistin at tekna seg til FM er fríggjakvøldið 23. mars.
 
 
Luttøkugjaldið er kr. 100,- fyri einmansleik og kr. 50,- fyri hvønn í tvímannsleiki og blandaður tvímannsleiki. Luttøkugjaldið skal gjaldast á kappingardagnum.
 
Leikararnir verða "seedaðir" við støði í grandprix kappinging 2017/18, úrslit fra FM 2017 og metingar frá Aritra Nandy.

Kappingarskrá og vegleiðandi tíðir, verða at síggja á BSF.fo
 
Ábyrgd fyri kappingarskrá hjá BSF: Kappingarnevndin BSF við hjálp frá Aritra Nandy.
 
 
 
Kappingarleiðsla í høllin: (ikki avgjørt enn)
 
Badmintonsamband Føroya, Kappingarnevndin