GP4 "GRANT Open 2020" 11.+12. januar 

Thursday, January 9, 2020 9:21:00 AM

 

Link til CUP2000

MBF & BSF bjóða hervið til 4. umfar av badminton Grandprix hjá U-11, U-13,
U-15, U-17 og vaksnum. Kappingin verður í høllini á Giljanesi og í KOLLAFIRÐI.

Dato: Leygardag 11 januar á Giljanesi frá kl. 9:00; U11 + U17
Leygardag 11 januar í Kollafirði frá kl 9:00: U13 + U15
Sunnudag 12 januar á Giljanesi frá kl. 13:00: Vaksin

Tíðarætlan og skrá verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum áðrenn kappingina

Greinar: Einmansleikur, (gentur og dreingir spæla møguliga í sama bólki).

Meldið til í:

U11 A, B, C ella D (fødd 2009 og yngri)
U13 A, B, C ella D (fødd 2008 og 2007)
U15 A, B, C ella D (fødd 2006 og 2005)
U17 A ella B (fødd 2004 og 2003)
Vaksin A ella B

Reglugerð: Spælt verður sambært "DBF´s turneringsreglement." (tó verður møguliga spælt til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping, treytað av luttakaratalinum. BSF tilskilar sær rættin til at gera seedningar (vanliga 2 spælarar). Lesið meira um Grand Prix kappingina á www.bsf.fo.

Heidursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.

Gjald: U-11, U-13, U-15, U-17: kr. 50,-
Vaksin: kr. 100,-
Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.

Tilmelding: Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til Miðvágs Badmintonfelag í seinasta lagi Sunnudagin 5. JANUAR 2019 kl.22.00.

Send til Poul@Grant.fo

Avboð: Ber ikki til at møta til kappingin (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin um at melda avboð.
• Áðrenn kappingarnar til Hans Petur Weihe (Tlf : 295107).
• Kappingina hjá teimum vaksnu til Poul Poulsen (Tlf. 290011)