Nýggjan formann og nýggjan aðalskrivara 

Sunday, June 14, 2020 12:22:46 AM
Árligi aðalfundurin hjá Badmintonsambandi Føroya (BSF) var í dag, har nevndin skipaði seg við nýggjum formanni. Harumframt hevur BSF sett í starv nýggjan aðalskrivara og gjørt trý ára sáttmála við landsliðsvenjaratoymið.

Tríggir limir í starvsnevndini stóðu fyri valið til aðalfundin í BSF, har formaðurin síðstu 7 árini, Erik Engelbrecht Thomsen, ikki tók við afturvalið. Birgit Ryan bleiv vald sum nýggjur nevndarlimur, Gunnar Mohr Gregoriussen sum tiltakslimur, meðan Katrin Jacobsen og Johnny í Grótinum blivu afturvald í nevndina.

Á aðalfundinum kunnaði fráfarandi nevndarformaðurin um eitt sera virkið badmintonár í 2019, har BSF hevur havt metstórt virksemi í einum oyggjarleikaári. Eisini bleiv kunnað um, at BSF hevur longt sáttmálarnar við teir báðar landsliðsvenjararnar í trý ár, soleiðis at Sune Gavnholdt, høvuðsvenjari, og Wong Fai Yin, hjálparvenjari, halda áfram komandi trý kappingarárini.

Eftir aðalfundin hevði starvsnevndin fund, har nevndin skipaði seg við Johnny í Grótinum sum formanni, meðan Herbog á Mýruni heldur áfram sum næstforkvinna. Hinir nevndarlimirnir eru Katrin Jacobsen, Elian Elttør og Birgit Ryan, meðan Gunnar Mohr Gregoriussen er tiltakslimur. Gunnar hevur áður verið virkin sum landsliðsleikari í badminton, har hann eisini hevur umboðað Føroyar á Oyggjaleikum.

Súsanna Thomsen er sett í starv sum aðalskrivari í BSF

Fyri fyrstu ferð í søguni hjá Badmintonsambandi Føroya hevur sersambandið formliga sett ein aðalskrivara í parttíðarstarv. Endamálið við starvsetanini er at styrkja fyrisitingina, samskipanina og menningina av badminton í Føroyum. Starvið bleiv lýst leyst á várið 2020 og komu seks umsóknir til starvið. Súsanna Thomsen er sett í starv sum aðalskrivari. Umframt at taka yvir skrivarauppgávurnar frá Mariann Øster, sum gevst eftir drúgva tænastu sum skrivari, fær Súsanna eisini ein umboðandi leiklut sum aðalskrivari felagsins.

Súsanna kemur úr einum starvi sum løgfrøðingur á Stjórnarskrivstovuni í Betri Banka. Súsanna hevur drúgvar starvsroyndir innan fyrisiting og samskipan. Umframt eina kandidatútbúgving í løgfrøði frá Syddansk Universitet hevur Súsanna eisini tikið bæði skrivstovu- og bankaútbúgving umframt Akademimerkonomútbúgving í samskifti og miðling.

“Eg søkti starvið sum aðalskrivari í BSF, tí sum aðalskrivari kann eg brúka mínar starvsroyndir og útbúgvingar á ein meiningsfullan hátt til frama fyri ítróttina í Føroyum,” sigur Súsanna Thomsen, nýggjur aðalskrivari í BSF. “Eg eri sera spent upp á nýggju uppgávurnar, har eg í samstarvi við nevndina fari at seta út í kortið, soleiðis at vit kunnu halda áfram við stóru menningina av føroyskum badminton komandi árini.”

Nevndin í BSF vald á aðalfundi 2020.