RIG 2018 - Landsdystir 

Saturday, February 3, 2018 7:38:56 PM
Í gjárkvøldið leiktu føroysku unglingalandsliðini U13, U15, U17 og U19 landsdyst móti Íslandi.
Landsdysturin varð skipaður sum liðkapping har hvør dystur var samansettur av tveimum einmansleikum, tveimum tvímansleikum og einum blandaðum tvímansleiki.
Og fingu áskoðararnir spenning fyri allar pengarnar. Dystirnir vóru sera tættir og kundu koppa báðar vegir.
U13 og U15 taptu akkurát landsdystin 3-2. Allir dystirnir vóru tættir, og síðsta settið í blandaðum tvímansleiki í U15 endaði 21-19 til Ísland.
U17 og U19 vunnu 3-2 á Íslandi. Eisini her vóru fleiri dystir tættir og spennandi.
"Hesi úrslit vísa, at føroyskt badminton hevur nógvar góðar ungar leikarar, sum eru á veg fram. Og fleiri, sum heilt skjótt fara at gera um seg millum tey vaksnu", sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.
Í dag, leygardagin, byrjar kappingin Reykjavík International Games. So spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at hilnast.
 
Hesi mannaðu unglingalandsliðini:
U13
Bjarti Samson Vang, HBF
Asbjørn Heide Olsen, HBF
Aron á Reynatrøð, ÍF
Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
Rakul Sørensen, ÍF

U15
Tórur Paulason, HBF
Magnus í Niðristovu Olsen, HBF
Rúni Hammer, HBF
Miriam í Grótinum, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

U17
Jónas Djurhuus, HBF
Ari Nandi, HBF
Rúni Øster, HBF
Adhya Nandi, HBF
Sissal Thomsen, HBF

U19
Bartal Poulsen, Højbjerg
Árant á Mýrini, MBF
Gunnva Jacobsen, HBF
Jóhanna Osberg Højsted, KBF