RIG 2018 

Sunday, February 4, 2018 3:30:49 PM

 Link til turneringsplanen med resultater er her

Badmintonsambandið: So varð síðsti dystur spældur og síðstu heiðursmerkini deild út í Reykjavík.

Av teimum 31 hálvfinalunum, sum føroyingar høvdu luttøku í, komu tey í 19 finalur. 

Hetta hevur verið eitt strævið, men gevandi vikuskiftið fyri føroysku leikararnar, sum hava fingið sera nógv burturúr og hava ment seg fyri hvønn spældan dyst.

Í fleiri av finalunum vóru tað føroyskir leikarir báðumegin netið. 

"Tað, at feløgini luttaka í Reykjavik International Games (RIG), er av sera stórum týdningi fyri menningina av badminton og sera gott fyri samstarvið millum feløgini. Hetta ger, at fleiri leikarir fáa møguleikan at koma út at spæla í móti øðrum leikarum, sum tey ikki spæla í móti heima. Og á hendan hátt mennast tey sum badmintonleikarar. Eisini er tað sera hugaligt at síggja, at allir leikarir heilt frá U11 og upp til U19 geva seg fult út á vøllinum", sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen. 
Bartal Poulsen bleiv, aftur í ár, útnevndur til besta leikara í kappingini. 

 

Sí myndir

Heiðursmerkini blivu deild soleiðis:

U13
Einmansleikur - dreingir
Silvur - Bjarti Samson Vang, HBF
Einmansleikur - dreingir B-bólkur
Gull - Lucas Gardar, MBF
Silvur - Dávid F. Berg, HBF

Einmansleikur - gentur
Silvur - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
Einmansleikur - gentur B-bólkur
Gull - Birita Weihe Thomassen, HBF
Tvímansleikur - gentur
Gull - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF og Rakul Sørensen, ÍF
Blandaður tvímansleikur
Silvur - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF og Bjarti Samson Vang, HBF

U15
Einmansleikur - gentur
Gull - Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Tvímansleikur - dreingir
Gull - Tórur Paulason, HBF og Steintór Emil Svavarsson
Tvímansleikur - gentur
Gull - Adhya Nandi og Miriam í Grótinum, HBF
Blandaður Tvímansleikur
Silvur - Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF og Tórur Paulason, HBF

U17
Einmansleikur - dreingir
Gull - Jónas Djurhuus, HBF
Silvur - Árant á Mýrini, MBF
Einmansleikur - gentur
Gull - Sissal Thomsen, HBF

Tvímansleikur - dreingir
Gull - Rasmus Berg Petersen og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF
Silvur - Hjalmar Gregersen og Regin Gleðisheygg, ÍF
Blandaður tvímansleikur
Gull - Sissal Thomsen og Jónas Djurhuus, HBF

U19
Einmansleikur - dreingir
Gull - Bartal Poulsen, Viby J
Einmansleikur - gentur
Silvur - Gunnva Jacobsen, HBF
Tvímansleikur - dreingir
Gull - Bartal Poulsen, Viby J og Elís Tór Dansson
Tvímansleikur - gentur
Gull - Sissal Thomsen og Gunnva Jacobsen, HBF
Blandaður tvímansleikur