Einmansleiki yngru leikarnar

Leygardagin 19. mars í Badmintonhøllini í Tórshavn, einmansleiki

Leygardagin 19. Mars kappaðust okkara ungu leikarar um FM í badminton í einmansleiki. Kappingin var í Badmintonhøllini í Havn og var fyriskipað av kappingarnevndini í BSF saman við HBF sum vertur. Nógv var gjørt burturúr – høllin par pyntað við fløggum og reyðið loyparin var rullaður út til æru fyri okkara ungu og røsku leikarar. Áðrenn hvør aldursbólkur byrjaði gingu leikarnir inn í skrúðgongu meðan tónleikurin fylti høllina. Sera stuttligt at síggja og avgjørt nakað vit eiga at halda áfram við!

 

Úrslitini frá ymisku aldursbólkunum vóru:

U-9

1. Ari Nandy, MBF
2. Marjus Egilstoft, MBF
3. Runi Øster, HBF

1. Lena Maria Joensen, KBF
2. Bjarta Jákupsdóttir, HBF
3. Esther Nielsen, HBF

U-11

1. Óli Eyðsteinsson,KBF
2. Olgar Fuglø, KBF
3. Ari M. Jacobsen, KBF

1. Mona Rasmusdóttir, ÍF
2. Julia Carlsson, HBF
3. Lena Poulsen, KBF

U-13

1. Jákup Jacobsen, ÍF
2. Andrass Dábjalsson, MBF
3. Silas Eyðsteinsson, MBF

1. Angela  Petersen, MBF
2. Gunnva Jacobsen, HBF
3. Tanja Poulsen, KBF

U-15

1. Bartal Poulsen, VíF
2. Magnus Dal-Christiansen, HBF
3. Martin de Friess Justinussen, HBF

1. Sólfrið Joensen, VÍF
2. Sascha Due Niclassen, MBF
3. Tina Joensen, KBF

BSF ynskir øllum føroyamestarum og heiðursmerkjavinnarum hjartaliga tillukku og takkar annars øllum leikarum fyri luttøkuna - og ikki minnst fyrireikarunum fyri ein frálíka góðan dag í høllini.

Si innbjóðing her