Aðalfundur 2024

Aðalfundurin hjá BSF verður týsdagin 18. juni 2024 kl. 17
Skrá sambært viðtøkum sambandsins.
Aðalfundardagsskrá:
- Val av orðstýrara og skrivara
- Nevndarformaðurin greiðir frá virki BSF’s farna ári
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi
- Val av nevndum og eykalimum
- Innkomin mál
- Ymiskt
Mál skulu sendast til bsf@bsf.fo í seinasta lagi 4. juni
Hvørt felag kann í mesta lagi luttaka við 3 limum
Til starvsnevndina standa hesi fyri valið:
Katrin Jacobsen, Mariann Øster, Johnny í Grótinum og Gunnar Gregoriussen.
3 av sessunum eru fyri 2 ár, meðan eini sessurin er fyri 1 ár.