Tíðindi

Badmintonleikarar fingu uppliving fyri lívið

Teir seks ungu leikararnir, sum seinastu vikuna hava umboðað Føroyar í EM fyri U19 lið í Finnlandi, fingu seg veruliga roynd ímóti so mætum tjóðum sum Danmark, Týskland og Finnland. Liðið úr Danmark vann í dag gull við at sigra 3-0 á Fraklandi í finaluni.

“Kenslan er púra vill, at eg trúgvi tí næstan ikki” segði 17 ára gamli Hans Elttør í sjónvarpssamrøðu við Badminton Europe eftir fyrsta dystin ímóti Danmark. “Ein kann ikki annað enn gerast nervøsur og hava summarfuglar í búkinum, men tað er so kul at vera her”, legði ein stórsmílandi Hans aftrat. Hákun Torkildshøj Sigvardsen úr Havn og Hans Elttør úr Klaksvík spældu dystin í tvímansleiki menn ímóti Danmark, har teir hóast ósigur megnaðu at fáa nógv stig í tveimum settum.

Hinir føroysku leikararnir taka fult undir við útsøgnini hjá Hans, at tey hava fingið ein uppliving fyri lívið. Tey hava vant badminton hvønn dag í 10 dagar umframt sjálva kappingina, har tey sum lið spældu ímóti áðurnevndu tjóðum í bólkaspælinum. Í eini liðkapping í badminton spæla tvey lond fimm dystir ímóti hvørjum øðrum sama dag, einmansleik og tvímansleik fyri kvinnur og menn umframt blandaðan tvímansleik.

Venjari er Fai Yin Wong og við á føroyska landsliðnum vóru Lena Maria Joensen, Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen, Hans Elttør, Rúni Øster og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen. Hetta var kapping fyri U19 leikarar, føddir í 2002 ella seinni. Kappingin verður fyriskipað annaðhvørt ár.

Korona setti sín dám á

Teir seks leikararnir hava verið veruliga tikið eitt tak fyri Føroyar í hesum koronatíðum, tí fyri at luttaka í EM í Finnlandi frá hósdag til í dag máttu tey í sóttarhald á einum gistingarhúsi nærhendis kappingarhøllina í 72 tímar, inntil tey, eftir enn eina koronutest, fingu grønt ljós fyri at luttaka. Litava og Bulgaria máttu taka seg úr kappingini vegna koronutilburðir, men føroysku leikararnir hava ikki verið nærhendis hesum leikarum.

Umframt varsemi í komuni til Finnlands hava leikararnir eisini tikið onnur atlit við tað, at tey einans hava verið í høllini saman við øðrum leikarum í sambandi við dystirnar ímóti teimum trimum londunum. Harumframt hava tey gingið við masku, gjørt nógv burtur úr góðum handreinføri og hildið frástøðu frá øðum bólkum.

Wong setti leikarunum krøv

Hjálparvenjarin Wong Fai Yin setti ungu leikarunum hørð krøv til miðvísa venjing og mentala hugsavnan dagarnar undan sjálvari kappingini. Og undir dystunum sást eisini týðuliga, at Wong sum venjari megnaði at lyfta leikarum í steðgum og millum sett við góðum ráðum og eggjan.

Wong er úr Malaisia og flutti til Føroya í fjør, tá hann gjørdist hjálparvenjari hjá landsliðnum. Sjálvur hevur Wong verið taldur millum 150 bestu badmintonleikarar í heiminum, so tað er grundað á egnar royndir, at hjálparvenjarin leggur teimum ungu eina við at gera sítt ítarsta.

Høvuðsvenjarin Sune Gavnholt, sum ikki fekk verið við á ferðini, sendi eisini leikarunum eina heilsan, har hann vísti á hvørji forrættindi tað er hjá teimum at sleppa at luttaka í so stórari kapping ímóti nøkrum av mætastu badmintonleikarunum í heiminum í teirra aldursbólki.

EM-luttøka vísir møguleika fyri Føroyar

Føroyar komu í sera sterkan bólk í innleiðandi umfarinum, har tað serliga snúði seg um at fóta sær og fáa nøkur stig. Estland var ein av teimum smáu tjóðunum, sum tók onnur av bóli, og spældi seg víðari úr bólkaspælinum, so tað er ikki bara tær stóru tjóðirnar, sum gera um seg.

“Í BSF hava vit í øllum førum fingið blóð upp á tonnina við hesi luttøkuni” sigur Johnny í Grótinum, formaður í BSF. “Sune og Wong eru í holt við at byggja upp eitt lið av sterkum ungum leikarum, sum saman við eldru royndu leikarunum veruliga kunnu gera ein vørr í altjóða kappingum. So hóast Oyggjarleikirnir tíverri eru avlýstir komandi ár, hava vit framfýsnar ætlanir um nógv altjóða virksemi í 2021 – um koronastøðan annars loyvir tí.”

LÍKNANDI POSTAR