BSF steðgar øllum virksemi í tvær vikur
Eftir at Coronatiltøkini eru herd av føroysku myndugleikunum, hevur ÍSF heitt á feløg og sambond innan ÍSF um fyribils at steðga øllum virksemi í tvær vikur. BSF tekur hesa áheitan til sín og avlýsir allar kappingar og venjingar, sum BSF stendur fyri. Samstundis heitir BSF á øll limafeløgini í BSF um eisini at fylgja hesi áheitan frá ÍSF. Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.
Nevndin í BSF