Breiddarvenjing

Innbjóðing til breiddarvenjing

KBF og BSF bjóðar til breiddarvenjing í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 05.02.22

Venjingin er fyri U11, U13 og U15 spælarar.

U11: fødd í 2011 og 2012

U13: fødd í 2009 og 2010

U15: fødd í 2007 og 2008

Venjarar verða:  Rúni Øster og Hanne Lamberts Olsen.

Venjararnir hava sett eina fyribilsskrá upp. Leggi tó til merkis, at neyðugt kann vera at tillaga hana, tá luttakaratalið er kent.

U11:              venja frá kl 09.00-11.00

U13:              venja frá kl 11.30- 13.30

U15:              venja frá kl 14.00- 16.00

Luttakararnir møta 15 min, áðrenn tey skulu venja.

Tilmelding fer fram hjá egnum felag, sum sendir samlaða tilmelding til runi367@gmail.com (CC bsf@bsf.fo) í seinasta lagi hósdagin 03.02.2022, kl 21.00.

Endamálið við breiddarvenjingini er at geva allari breiddini av føroyskum badminton-leikarum ein læruríkan og stuttligan venjingardag saman við tveimum evnaríkum badmintonvenjarum. Øll, sum vanliga venja badminton við U11, U13 ella U15, kunnu melda til. Einasta kravið er, at tey eru limir í einum føroyskum badmintonfelag.

KBF & BSF

Tiltakið er enda

Dato

Feb 05 2022
Enda!

Klokkan

Allan dag

Adressur

Klaksvík (KBF)
badmintonhøllin í klaksvík

Fyrireikari

BSF
Teldupostur
adalskrivari@bsf.fo
QR Code