Double-kapping

HBF og BSF bjóða hervið til Bank Nordik Open í tvímansleiki og
blandaðum tvímansleiki
Dato: Leygardagin og sunnudagin 19. og 20. februar 2022 Í Badmintonhøllini í Havn
Ung spæla leygardag og vaksin spæla sunnudag.
Greinar: Leikt verður í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki í U11, U13, U15, U17 og
vaksin.
Tað ber bert til at spæla í einum ungdómsaldursbólki í hvørjari grein.
U11 bólkur AB og CD
U13 bólkur AB og CD
U15 bólkur AB og CD
U17 bólkur AB og CD
Vaksin bólkur A
Broytingar kunnu koma fyri í bólkunum, alt eftir hvussu nógv melda til í hvørjum bólki.
AB bólkurin: Leikari, ið er A ella B leikari á stigatalvuni til GP (sí á heimasíðuna hjá BSF)
CD bólkurin: Leikari, ið er C ella D leikari á stigatalvuni til GP (sí á heimasíðuna hjá BSF)
Eru til dømis ein A-leikari og er C-leikari saman, verður meldað til í bólki AB
Stílað verður ímóti, at gentur og dreingir spæla í hvør sínum bólki.
Reglugerð: Spælt verður sambært “DBF ́s turneringsreglement.” (Tó verður møguliga spælt til
færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping, treytað av
luttakaratalinum. Um neyðugt tilskilar BSF sær rætt at sláa bólkar saman.
Heidursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.
Gjald: U11, U13, U15 og U17: kr. 100,- fyri parið. Vaksin: kr. 150,- fyri parið.
Skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.
Tilmelding: Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til havnarbadmintonfelag@gmail.com í
seinasta lagi týsdagin tann 15. februar.
Tíðarætlan verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum.
Ber ikki til at møta til kappingina (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin um at
melda avboð við SMS til tlf: 780100 (Yngvi)
Vinarliga HBF

Tiltakið er enda

Dato

Feb 19 - 20 2022
Enda!

Klokkan

Allan dag

Adressur

Tórshavn (HBF)
Tórshavn
Bólkar

Fyrireikari

HBF
QR Code