GP 2, single, børn
JFK-Open 2021 í Klaksvík
KBF & BSF bjóða hervið til 2. umfar av badminton Grandprix hjá U-11, U-13, U-15, U-17 og vaksin. Kappingin verður í Badmintonhøllini og KÍ-hølluni í Klaksvík leygardagin 4 des. og sunnudagin 5. des. 2021
Dato: Leygardagin 4. des.. frá kl. 9:00;,
Sunnudagin 5. des. frá kl. 13:00;
Enn er ikki greitt um vit kunnu halda kappingina, men vit fara at royna, og møguliga við einum parti av kappingini. Enn er ikki greitt hvørjir aldursbólkar spæla leygardag, sunnudagin ella møguliga seinni.
(Tíðarætlan og skrá verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum 2. des.2021)
Greinar: Einmansleikur. Meldið til í:
U11 A, B, C ella D (fødd 2011 og yngri)
U13 A, B, C ella D (fødd 2009 og 2010)
U15 A, B, C ella D (fødd 2007 og 2008)
U17 A ella B (fødd 2005 og 2006)
Vaksin A ella B (fødd 2008 og eldri)
Nýggir spælarar byrja í bólki D, og spælarar flyta upp, tá teir hava vunnið nóg nógv stig sambært reglum hjá BSF. Les meira um Grandprixkappingina á heimasíðuni hjá BSF.
Reglugerð: Spælt verður sambært “DBF´s turneringsreglement.” (tó verður møguliga spælt til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping, treytað av luttakaratalinum. BSF tilskilar sær rættin til at gera seedningar
(vanliga 2 spælarar). Lesið meira um Grand Prix kappingina á www.bsf.fo.
Heidursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.
Gjald: U-11, U-13, U-15, U-17: kr. 75,-
Vaksin: kr. 150,- Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.
Tilmelding: til egið felag.
Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til kbf@kbf.fo, seinasta lagi mánadagin 29. nov. 2021, kl. 16.00
Ber ikki til at møta til kappingin (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin um at melda avboð til tlf. 272333 (SMS ynskist)
Coronapass:Allarhelst verða spælarar, hjálparfólk og onnur biðin um at vísa coronapass Ábyrgd fyri kappingarskrá: Kappingarnevndin hjá BSF
