Grand Prix, single (3)
BankNordik Open í Tórshavn – GP3
HBF & BSF bjóða hervið til 3. umfar av badminton Grandprix hjá U11, U13, U15, U17
og vaksin.
Kappingin verður í Badmintonhøllini í Tórshavn leygardagin 12. og sunnudagin 13.
februar 2022
Dato: Leygardagin 12. feb. frá kl. 9:00
Sunnudagin 13. feb. frá kl. 13:00
Ung spæla leygardag og vaksin spæla sunnudag (hetta kann broytast alt eftir
hvussu nógv melda til).
Tíðarætlan og skrá verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum 10. feb.
Greinar: Einmansleikur. Meldið til í:
U11 A, B, C ella D (fødd 2011 og yngri)
U13 A, B, C ella D (fødd 2009 og 2010)
U15 A, B, C ella D (fødd 2007 og 2008)
U17 A ella B (fødd 2005 og 2006)
Vaksin A ella B (fødd 2004 og eldri)
Nýggir spælarar byrja í bólki D, og spælarar flyta upp, tá teir hava vunnið nóg
nógv stig sambært reglum hjá BSF. Les meira um Grandprixkappingina á
heimasíðuni hjá BSF.
Reglugerð: Spælt verður sambært “DBF´s turneringsreglement.” (tó verður møguliga
spælt til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping,
treytað av luttakaratalinum. BSF tilskilar sær rættin til at gera seedningar. Lesið
meira um Grand Prix kappingina á www.bsf.fo.
Heidursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.
Gjald: U11, U13, U15, U17: kr. 75
Vaksin: kr. 150
Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.
Havi reiðan pening við.
Tilmelding: Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til Havnar Badmintonfelag í seinasta
lagi týsdagin 8. februar. Send til havnarbadmintonfelag@gmail.com
Avboð: Ber ikki til at møta til kappingin (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin
um at melda avboð við SMS til 780100 (Yngvi)
Ábyrgd fyri kappingarskrá: Kappingarnevndin hjá BSF
Kappingarleiðsla hjá HBF: Kappingarnevndin hjá HBF
