Grand Prix, single 5 (enda)

Innbjóðing til ÍF-open – Grand Prix 5
ÍF-badminton og BSF bjóða hervið til 5. umfar av Grand Prix kappingini fyri U11, U13, U15,
U17 og vaksin 12. og 13. mars í høllini á Kambsdali.
Stað: Spælt verður í høllini á Kambsdali.
Tíð: Leygardag 12. mars.: Byrjað verður kl 09.00
Sunnudag 13. mars.:. Byrjað verður kl 13.00
Enn er ikki greitt hvørjir aldursbólkar spæla leygardag og hvørjir spæla sunnudag.
Tíðarætlan og kappingarskrá verða at síggja á www.bsf.fo fríggjakvøldið áðrenn
kappingina.
Fyri at óneyðugar seinkingar ikki skulu koma í, mugu øll møta til tíðina í seinasta
lagi 30 min, áðrenn tey skulu spæla.
Greinar: Einmansleikur
U11 A, B, C ella D (fødd 2011 og seinri)
U13 A, B, C ella D (fødd 2009 og 2010)
U15 A, B, C ella D (fødd 2007 og 2008)
U17 A ella B (fødd 2005 og 2006)
Vaksin A ella B (fødd 2004 og eldri)
(BSF tilskilar sær rættin til at sláa bólkar saman, um ov fá melda til).
Reglugerð: Spælt verður sambært “DBF´s turneringsreglement.” (Tó verður møguliga spælt
til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping, treytað av
luttakaratalinum. BSF tilskilar sær rættin til at gera seedingar (4 spælarar, har tað
ber til). Lesið meira um Grand Prix kappingina á www.bsf.fo.
Heiðursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.
Gjald: U11, U13, U15 og U17: kr. 50,- Vaksin: kr. 100,-
(Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum)
Tilmelding:Til egið felag, sum so sendir felags tilmelding til if.ketsja@gmail.com í seinasta
lagi týsdagin 08. mars, kl. 18.00.
Avboð: Ber ikki til at møta til kappingina (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin
um at melda avboð til Dia á tlf. 236331
Ábyrgd fyri kappingini: ÍF badminton
Ábyrgd fyri kappingarskrá: Kappingarnevndin hjá BSF

Tiltakið er enda

Dato

Mar 12 - 13 2022
Enda!

Klokkan

Allan dag

Adressur

Kambsdali (ÍF)
Bólkar

Fyrireikari

ÍF
QR Code