HBF, Grand Prix 5. umfar

RINKA OPEN GP 5 í Tórshavn

HBF & BSF bjóða hervið til 5. umfar av badminton Grandprix hjá U-11, U-13,  U-15, U-17 og vaksin. Kappingin verður í Badmintonhøllini í Tórshavn leygardagin 13. og sunnudagin 14. mars 2021

 

Dato: Leygardagin 13. mars frá kl. 9:00,
Sunnudagin 14. mars  frá kl. 13:00;
Enn er ikki greitt hvørjir aldursbólkar spæla leygardag og hvørjir sunnudag
(Tíðarætlan og skrá verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum 11. mars)
Greinar: Einmansleikur. Meldið til í:

  • U11 A, B, C ella D (fødd 2010 og yngri)
  • U13 A, B, C ella D (fødd 2008 og 2009)
  • U15 A, B, C ella D (fødd 2006 og 2007)
  • U17 A ella B (fødd 2004 og 2005)
  • Vaksin A ella B (fødd 2003 og eldri)

Nýggir spælarar byrja í bólki  D, og spælarar flyta upp, tá teir hava vunnið nóg  nógv stig sambært reglum hjá BSF. Les meira um Grandprixkappingina á   heimasíðuni hjá BSF.

Reglugerð:   Spælt verður sambært “DBF´s turneringsreglement.” (tó verður møguliga    spælt til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping,   treytað av luttakaratalinum. BSF tilskilar sær rættin til at gera seedningar (vanliga 2 spælarar). Lesið meira um Grand Prix kappingina á www.bsf.fo.
Heidursmerkir: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.
Gjald: U-11, U-13, U-15, U-17:                         kr. 50,-
Vaksin:                                                     kr. 100,-
Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.
Tilmelding: Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til Havnar Badmintonfelag týsdagin 9. mars 2021. Send til havnarbadmintonfelag@gmail.com
Avboð: Ber ikki til at møta til kappingin (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin  um at melda avboð til Laufey Tlf 256832

 

Ábyrgd fyri kappingarskrá: Kappingarnevndin hjá BSF

Kappingarleiðsla hjá HBF: Kappingarnevndin hjá HBF

Tiltakið er enda

Dato

Mar 13 - 14 2021
Enda!

Klokkan

Allan dag
Bólkar
QR Code