HBF, tvímansleikur
HBF og BSF bjóða hervið til Bank Nordik Open í tvímansleiki
Dato:
Leygardagin og sunnudagin 20. og 21. februar 2021 Í Badmintonhøllini í Havn
Tvímansleikur verður leiktur leygardag og blandaður tvímansleikur sunnudag
Kann verða at vaksin spæla bæði tvímansleik og blandaðan tvímansleik leygardag, alt eftir hvussu nógvar tilmeldingar eru
Greinar: Leikt verður í U11, U13, U15, U17 og vaksin
Tað ber bert til at spæla í einum aldursbólki
- U11 bólkur AB og CD
- U-13 bólkur AB og CD.
- U-15/17 bólkur AB og CD.
- Vaksin bólkur A
Broytingar kunnu koma fyri í bólkunum, alt eftir hvussu nógv melda til í hvørjum bólki.
AB bólkurin: Leikari, ið er A ella B leikari á stigatalvuni til GP (sí á heimasíðuna hjá BSF)
CD bólkurin: Leikari, ið er C ella D leikari á stigatalvuni til GP (sí á heimasíðuna hjá BSF)
Eru til dømis ein A-leikari og er C-leikari saman, verður meldað til í bólki AB
Stílað verður ímóti, at gentur og dreingir spæla í hvør sínum bólki.
Reglugerð: Spælt verður sambært “DBF ́s turneringsreglement.” (Tó verður møguliga spælt til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping, treytað av luttakara talinum. Um neyðugt tilskilar BSF sær rætt at sláa bólkar saman.
Heidursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.
Gjald: U-11, U-13, U-15, U17: kr. 100,- fyri parið. Vaksin: kr. 150,- fyri parið.
Skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.
Tilmelding: Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til havnarbadmintonfelag@gmail.com í seinasta lagi 15.feb. kl. 20.00
Tíðarætlan verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum
Ber ikki til at møta til kappingina (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin um at melda avboð til tlf: 256832
