Norðfrá-open double-kapping

Innbjóðing til Norðfra-open

ÍF-badminton og BSF bjóða hervið til kapping í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki

Dato:            Leygardagin og sunnudagin 22. og 23. januar 2022 í høllini á Kambsdali      Leygardag verður spældur tvímansleikur. Byrjað verður kl 9.00                     Sunnudag verður spældur blandaður tvímansleikur. Byrjað verður kl 13.00

Greinar:        Leikt verður í U11, U13, U15/17 og vaksin.

                      LEIKARAR KUNNU BERT SPÆLA Í EINARI GREIN

U11 bólkur AB og CD
U13 bólkur AB og CD.
U15 bólkur AB og CD.
U17 bólkur AB og CD

Vaksin bólkur A og B

Broytingar kunnu koma fyri í bólkunum, alt eftir hvussu nógv melda til í hvørjum bólki.

AB bólkurin:  Leikari, ið er A ella B leikari á stigatalvuni til GP (sí á heimasíðuna hjá BSF)

CD bólkurin:  Leikari, ið er C ella D leikari á stigatalvuni til GP (sí á heimasíðuna hjá BSF)

Eru til dømis ein A-leikari og er C-leikari saman, verður meldað til í bólki AB
Stílað verður ímóti, at gentur og dreingir spæla í hvør sínum bólki.

Reglugerð:   Spælt verður sambært “DBF’s turneringsreglement.” (Tó verður møguliga spælt til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping, treytað av luttakara talinum. Um neyðugt tilskilar BSF sær rætt at sláa bólkar saman.

Heidursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.

Gjald:           U11, U13, U15/17: kr. 100,- fyri parið. Vaksin: kr. 150,- fyri parið.

Skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.

Tilmelding:  Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til if.ketsja@gmail.com í seinasta lagi týskvøldið 18. januar kl. 20.00.

Kappingarskráin verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum innan kappingina.

Avboð:         Ber ikki til at møta til kappingina (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin um at melda avboð við SMS til tlf: 236331 (Dia)

Kunning:      Kunning viðvíkjandi korona verður at síggja tá kappingin verður løgd út.

Ábyrgd fyri kappingini: ÍF badminton

Ábyrgd fyri kappingarskrá: Kappingarnevndin hjá BSF                        

Tiltakið er enda

Dato

Jan 22 - 23 2022
Enda!

Klokkan

Allan dag

Adressur

Kambsdali (ÍF)
Bólkar

Fyrireikari

ÍF
QR Code