Tíðindi

Føroyaleikir 2021

Føroyaleikir – Badminton

Kappingin er fyri øll, uttan mun til felag ella tjóðskap. Spælt verður í tveimum aldursbólkum. Ein aldursbólkur verður “víðkaður U15”, har luttakararnir skulu vera føddir í 2006, 2007 ella 2008. Hin aldursbólkurin er “seniorar víðkað við U17”. Tað merkir, at tað er fyri leikarar, sum eru føddir í 2005 ella fyrr.

Liðkappingin
Tá ið tilmeldingarfreistin er farin, fer Badmintonsambandið saman við landsliðsvenjaranum at býta luttakararnar upp í bólkar, har feløg, kyn og styrki verða blandaði. Roynt verður at skipa tað so, at øll liðini eru líka sterk.

Fyrsta dagin (hósdag) skulu bólkarnir læra hvønn annan at kenna. Tað verður “teambuilding og coaching”, og liðini skulu fyrireika eina spæliætlan. Allur fríggjadagurin fer við liðkapping, sum endar við eini medaljuhandan til trý tey bestu liðini.

Kappingin í single, double og mix
Í seinasta lagi fríggjadag á døgurða skulu luttakararnir hava gjørt av, í hvønn mun tey ætla at luttaka í kappingini, sum verður spæld einkultvís, t.e. ikki í liðum. Hendan kappingin verður spæld í fimm greinum: single, double og mix. Fyriskipararnir loyva sær at strika eina ella fleiri greinir, alt eftir hvussu tilmeldingarnar í teimum tveimum aldursbólkunum verður.

Innleiðandi dystirnir verða spældir leygardagin, meðan semifinalur, finalur og medaljuhandan verður sunnudagin. Kappingarnar fara fram í Tórshavn í Badmintonhøllini og møguliga eisini í Høllini á Hálsi.

Tilmelding fer fram á: https://flbadm.atgongumerki.fo/

LÍKNANDI POSTAR