ISI-CUP fyri ungdomsleikara í Ikast
Kappingin, sum nevnist, ISI-cup 2019, varð í døgunum 2. – 3. mars. Tey luttóku í aldursbólkunum U15M og U17/19M í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.
Innleiðandi umførinum í øllum greinum var leygardagin, og gjørdist hetta ein sera langur dagur fyri fleiri av leikarunum.
Byrjað varð kl. 9 við blandaðum tvímansleiki, og hildið varð áfram, til síðsti dystur varð leiktur kl. 21 um kvøldið.
Føroysku leikararnir stóðu seg væl – serliga er vert at leggja til merkis, at fleiri pør í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki megnaðu at spæla seg víðari.
Í einmansleiki, í aldursbólkinum U15M, bleiv tað til eina føroyska finalu, og harvið megnaðu tey at fáa bæði gull og silvur heim við aftur.
Adhya Nandy gull og Bjarnhild í Buð Justinussen silvur – Hjartaliga tillukku
Hetta er fyrstu ferð, at Badmintonsambandið hevur sent leikarar niður til ISI-cup. Og sigast má, at hetta var ein røtt avgerð. Leikararnir vístu, at tey kunnu spæla upp í móti teimum bestu leikarunum í meistararekkjuni í Danmark, og at hetta er við til at menna og styrkja føroyskt badminton.
Mánadagin aftaná kappingina varð skipað fyri venjing í Ikast undir leiðslu av landsliðsvenjarunum.
Oyggjaleikirnir á Gibraltar nærkast, og eru okkara evnaríku ungu leikarar spentir upp á, um onkur teirra sleppur við.
Tey, sum luttóku í ISI-cup 2019 vóru:

U15
Adhya Nandi, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
U17/19
Hans Elttør, KBF
Ari Nandi, HBF
Rúni Øster, HBF
Hákun T. Sigvardsen, HBF
Miriam í Grótinum, HBF
Lena Maria Joensen, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Jónas Vágsheyg, KBF
Ari M. Jacobsen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Sissal Thomsen, HBF