Kontrast FM 2022

May be an image of Tekstur, ið sigur "KONTRAST FM 2022 Hoyvíkshollin- 14.mai"
Ársins finaludagur í Kontrast FM verður í Hoyvíkshøllini tann 14. mai 2022, meðan innleiðandi umførini vera í badmintonhøllini 12.-13. mai.

Kappingin um føroyameistaraskapi í badminton fyri vaksin 2022 verður í døgunum 12-14. mai 2022. Í samstarvi við HBF verða innleiðandi umførini leikt í Badmintonhøllini í Havn 12-13. mai, meðan finalurnar verða leiktar í Hoyvíkshøllini leygardagin tann 14. mai. Kringvarp Føroya fer at sjónvarpa beinleiðis frá finalunum leygardag.

Innleiðandi dystirnir í einmannsleiki til og við hálvfinalurnar verða leiktar hóskvøldið 12. mai frá kl. 17:00. Í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki verða innleiðandi dystirnir leiktir fríggjadag 13. mai frá kl: 13:00 – tað er dýribiðidag.

Stóri finaludagurin í ársins KONTRAST FM verður skipaður saman við judo og borðtennis leygardagin 14. mai í Hoyvíkshøllini.

Tilmelding til kappingina fer fram hjá BSF umvegis teldupost til FM@bsf.fo. Freistin at tekna seg til FM er fríggjakvøldið 29. apríl.

Luttøkugjaldið er kr. 100 fyri einmansleik og kr. 50 fyri hvønn í tvímansleiki og blandaðum
tvímansleiki. Luttøkugjaldið skal gjaldast áðrenn kappingardagin á kontu 9181 – 168.575.0.

Leikararnir verða “seedaðir” við støði í grandprix kappingini 2021/22 og meting
frá Sune Gavnholt, landsliðsvenjara.

Kappingarskrá og vegleiðandi tíðir verða at síggja á BSF.fo og Facebook-síðuni hjá BSF.

LÍKNANDI POSTAR